Arkitekturdagur 2018
Skriva tann 27. Oct. 2018

ARKITEKTURISMA - Arkitekurardagurin 2018

Ferðavinnan hevur stóran týdning innan vinnumenning, men setir eisini nýggjar avbjóðingar, bæði tá tað snýr seg um umstøður til tey ferðandi og fyri umhvørvið tey koma til. Tað er tí av týdningi at taka hesi viðurskifti upp í einum breiðari høpi.

Tí er evnið fyri Arkitekturardagin í ár Arkitekturisma.

Arkitekturdagurin 2018 verður skipaður saman við Fólkafundinum, sum verður í Tórsgøtu (Reinsaríið, Perlan, Ostahúsið og Perlutorgið) í Havn fríggjadagin 26. og leygardagin 27. oktober.

Hetta verður skipað sum framsýningar og fyrilestrar, Eisini verður opið hús á eini teknistovu, sum hevur gjørt ymsar verkætlanir innan ferðavinnuna.

Í Tórsgøtu fara teknistovur at sýna fram projektir til innivist fyri ferðafólk.

Elin Maria Nolsøe Joensen arkitektur fer at greiða frá um Neysting. Elin Maria hevur arbeitt við einum hátti at nýta gomlu neystini til nýtt virksemi, ítøkiliga til innivist til ferðafólk, á ein nýggjan og spennandi hátt. Hesin fyrilestur verður í Reinsarínum í Tórsgøtu leygardagin kl. 17.

Kristján Örn Kjartansson arkitektur úr Íslandi fer at greiða frá um Norðurlendska Slóðin (Nordiske Veje, Norræna Leiðin ella The Nordic Ways), m.a. um eitt inspiratiónsatlas at nýta í sambandi við at uppstiga ferðavinnukervið í Íslandi. Suni Petersen frá Umhvørvisstovuni fer at greiða frá um náttúrumargfeldi og ferðavinnu. Hesir fyrilestrar vera í Reinsarínum í Tórsgøtu kl. 17.30.

SNA, Selmar Nielsen Arkitektar hava opið hús á teknistovuni hjá teimum, Landavegur 9, Tórshavn (gamli Málingahandilin), fríggjadagin og leygardagin kl. 15-18. Her verða sýnd fram projektir innan ferðavinnu: summarhús, hotel, íbúðarhús, flogvøll og aðrar verkætlanir. Eisini verður ein drekkamunnur at fáa.

Arkitektafelagið vónar við hesum at fáa nýggj íkast til kjakið um ferðavinnu í Føroyum.






print



rating