Arkitekturdagar 2015
Skriva tann 1. Oct. 2015

Arkitekturdagar 2015: Framtíðar Føroyar – Hugsjón og planlegging

Arkitekturdagar vera í Havn 2. – 4. oktober.

Aftur í ár skipar Arkitektafelag Føroya fyri Arkitekturdagar. Temaið í ár er “Framtíðar Føroyar – Hugsjón og planlegging”. Við hesum ætlar Arkitektafelagið at seta fokus á týdningin av planlegging, bæði lokalt og fyri landið.

Arkitekturdagurin verður alment settur í Posthúskjallaranum fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00.

Skráin er fylgjandi:

Fríggjadagin 2. oktober

Kl. 10.00               Lesisalurin á Býarbókasavninum: Framsýning av arkitektaverkætlanum letur upp.
Kl. 10.00               Túnið millum Perluna og Gamla Reinsaríið: Útiframsýning um planlegging letur upp.
Kl. 17.00               Posthúskjallarin: Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir Arkitekturdagarnar.
Kl. 17.30               Posthúskjallarin: Planlegging í Føroyum, fyrilestur við Sissal Fosaa, planleggingarlesandi á Roskilde Universitet.

Leygardagin 3. oktober

Kl. 11.00-14.00   Gongugøtan í Havn: “Hvussu hugsar TÚ gongugøtuna?”.
Tórshavnar kommuna fer at varpa ljós á bæði hugtakið og miðbýin við eini øðrvísi gongugøtu. Tiltakið í miðbýnum savnar seg um fólk til gongu og eggjar borgarunum at taka lut og skapa framtíðar gongugøtuna. Borgaraluttøkan verður skipað soleiðis, at borgarin kann skriva og siga sínar hugsjónir um gongugøtuna í framtíðini. Við øllum viðmerkingunum frá borgarunum verður strembað eftir at gera borgarans rødd sjónliga í býnum. Vilt tú hava ávirkan á framtíðar gongugøtuna ella bara fáa ein hugnaligan dag við tónleiki, einum yvirraskilsi, Bubu og onkrum góðum til góman. Komið so oman á gongugøtuna.
Kl. 13.30               “Kend støð í Miðbýnum – Sig tína hugsan”, gongutúrur við Biritu Wardum, býararkitekti. Vit hittast við Handilskjarnan.
Sí eisini um tiltakið á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, www.torshavn.fo.
Kl. 15.00               Gamla Reinsaríið: “Klaksvíkar miðbýur”, fyrilestur við Ósbjørn Jacobsen arkitekti.
Kl. 15.45               Gamla Reinsaríið: “Tórshavnar miðbýur”, fyrilestur við Zeta Architects.

Sunnudagin 4. oktober

Kl. 14.00-17.00   Gamla Reinsaríið: “Framtíðar Føroyar – Hugsjón og planlegging”, tvørfakligur temafundur um planlegging:
Kl. 14.00               Gamla Reinsaríið: “Norsk planlov i praksis”, fyrilestur við Jørgen Amdam, professari og samfelagsgranskari í Noregi.
Kl. 14.45               Gamla Reinsaríið: Stuttar framløgur, við:
Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, umrøður landbúnaðin.
Janus Hansen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, umrøður plantu og djóralív.
Albert Isfeld, arkitektur, greiðir frá bygningum og bygningsanleggum.
Helgi Dal Michelsen, fornfrøðingur á Fornminnissavninum, greiðir frá skráseting av fornminnum.
Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, greiðir m.a. frá verkætlanini “Talgildu Føroyar”.
Theresa Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn, greiðir frá avbjóðingum innan ferðavinnuna.
Gestur Hovgaard, samfelagsgranskari á Fróðskaparsetrinum, hugleðir um tørvin á samfelagsplanlegging.

Aftaná verður kjak og samanumtøka.

Allan oktober

Lesisalurin á Býarbókasavninum: Tema byggilist, bókmentur, tíðarrit og verkætlanir.
Móttøkuhøllin á Landssjúkrahúsinum: Framsýning av projektið til nýggja H-bygningin.

print



rating