Projektkapping um nýggja kirkju á Argjum
Skriva tann 11. Mar. 2015



Projektkapping um nýggja kirkju á Argjum

Kirkjuráðið á Argjum hevur útskrivað eina almenna projektkapping um nýggja kirkju á Argjum.

Endamálið við kappingimgi er at fáa fram uppskot til eina nýggja kirkju, tí verandi kirkja ikki er tíðarhóskandi.

Kirkjuráðið hevur útvegað sær øki tætt við Sandá og Gamla Spinnaríið her.

Talan er um eitt spennandi, men eisini avbjóðandi øki. Soleiðis vera stór krøv sett til, at kirkjan fellir væl inn í økið og virðir Sandá og náttúruøkið her.

Kappingin er ein almenn kapping, har allir føroyingar kunnu luttaka.

Samlaða upphæddin til virðislønir og innkeyp er 400.000 kr. Av hesum verður latin ein 1. virðisløn ikki minni enn 175.000 kr.

Nærri sæst á heimasíðuni hjá Arkitektafelagnum undir KAPPINGAR:

2015_Argja_kirkja

print



rating