Nevndin í Arkitektafelag Føroya hevur skipað seg
Skriva tann 7. Dec. 2014

Nevndin í Arkitektafelag Føroya hevur skipað seg

Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 31. oktober.

Á aðalfundinum varð Heidi Poulsen vald sum forkvinna. Svend Sivertsen, sum hevur verið formaður í fleiri ár ynskti ikki at stilla uppaftur.

Á aðalfundinum varð eisini Nina Alberg Arge vald í nevndina fyri 2 ár. Robert Thomassen varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.

Á nevndarfundi tann 3. desember skipaði nevndin seg við Ninu Alberg Arge  sum kassameistara og við Robert Thomassen sum skrivara og næstformann.

Tiltakslimir í nevndini eru Birita Wardum og Magni Dalsgaard.


Nevndin í Arkitektafelag Føroya: Frá vinstru Robert Thomassen, Heidi Poulsen, Nina Alberg Arge

print



rating