Arkitekturdagur í Norðurlandahúsinum
Skriva tann 1. Nov. 2012

Vinnandi uppskotið “Biskupstorg” frá hugskotskappingini um nýggjan miðbý í Klaksvík


Arkitekturdagurin 2012

 

Fríggjadagin 2. november kl 15 letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum í sambandi við alltjóða Arkitekturdagin.

 

Á skránni er framsýning og fyrilestrar.

 

Evnið fyri arkitekturdagin í ár er

 

Arkitekturur í gerandisdegnum

 

Hetta evni fevnir um allan vanligan arkitektur, bygningar og býarrúm, sum vit dagliga gera brúk av.

 

Á framsýningini verða útvald projekt hjá teknistovum og arkitektum yvirhøvur.

 

Eisini verður ein serframsýning um hugskotskappingina um miðbýin í Klaksvík. Her verða umframt virðisløntu uppskotini sýnd fram tey mest áhugaverdu av hinum uppskotunum.

 

Skrá

 

Fríggjadagin 2. november

kl.15.00 Framsyningin letur upp.

kl.16.00 Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, setur Arkitekturdagin.

Aftaná verður bjóðað ein drekkamun.

 

Leygardagin 3. november

Kl.15.00 Fyrilestur við Inga Katrin Winther, arkitekti. Hon fer at greiða frá einum uppskoti til nýtt Náttúrugripasavn, sum hon gjørdi til eksamiuna hjá sær.

Kl.16.00 Fyrilestur við Albert Isfeld, arkitekti. Hann fer at greiða frá um Saltsiloina á Drelnesi.

 

Sunnudagin 4. november

Kl.16.00 Fyrilestur við Ósbjørn Jacobsen, arkitekti. Hann fer at greiða frá um vinnandi uppskotið til nýggjan miðbý í Klaksvík. Eisini fer hann at greiða frá um ymisk arbeiði hjá Henning Larsen teknistovuni.

 

Framsýningin er opin

Fríggjadagin 2. november kl 15-17

Leygardagin 3. november kl 10-17

Sunnudagin 4. november kl 14-17

 

Øll eru vælkomin

Arkitektafelag Føroya

print



rating