Nevndin í Arkitektafelagnum hevur skipað seg
Skriva tann 1. Nov. 2012

Frá vinstru: Hanna Eriksen, skrivari, Svend Sivertsen, formaður, Magni Dalsgaard, kassmeistari og næstformaður

Nevndin í Arkitektafelag Føroya hevur skipað seg

Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín tann 28. september.

 

Á aðalfundinum varð Svend Sivertsen afturvaldur sum formaður.

 

Á aðalfundinum varð eisini Hanna Eriksen vald í nevndina fyri 2 ár. Magni Dalsgaard varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri 2 ár og heldur sostatt fram í nevndini 1 ár afturat.

 

Á nevndarfundi tann 10. oktober skipaði nevndin seg við Honnu Eriksen sum skrivara og Magna Dalsgaard sum kassameistara og næstformann.

 

Tiltakslimir í nevndini eru Bárður í Baianstovu og Meduna Dalsgaard.

print



rating