Ársaðalfundurin 28. september 2012
Skriva tann 1. Nov. 2012



Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín fríggjadagin  tann 28. september í Kaffihúsinum í Havn.

Fundurin byrjaði við, at Rúni Abrahamsen frá MAP arkitektum greiddi frá um Kaffihúsið, sum teir høvdu teknað.

Formaðurin, Svend Sivertsen greiddi frá virkseminum í farna arbeiðsári.

Á aðalfundinum varð Svend Sivertsen afturvaldur sum formaður.

Hanna Eriksen varð vald í nevndina fyri 2 ár.

Magni Dalsgaard varð valdur í nevndina fyri 2 ár á ársaðalfundinum í 2011 og situr sostatt 1 ár afturat.

Bárður í Baianstovu varð valdur sum 1. tiltakslimur og Meduna Dalsgaard sum 2. tiltakslimur.

Sum grannskoðarar vóru valdir Albert Isfeld og Rúni Abrahamsen.

Sum umboð í LISA varð valdur Bárður í Baianstovu.

Í Kveiki varð Eyðun Eliasen valdur fyribils.

Í Kappingarbólkin vóru valdir Albert Isfeld, Selmar Nielsen og Magni Dalsgaard.

Í Eftirútbúgvingarbólkin vóru valdir Magni Dalsgaard og Hanna Eriksen.

Ole Jensen heldur áfram í nevndini í Akademikarafelagnum.

print



rating