Skeiðið í Integrerað Orkudesign er avlýst
Skriva tann 22. Feb. 2012

Ætlaða felagsskeiðið fyri arkitektar, byggifrøðingar og verkfrøðingar “INTEGRERET ENERGIDESIGN I BYGNINGER” 26.-27. mars 2012 verður av ongum á hesum sinni orsakað av vantandi undirtøku.

Til kunningar kann upplýsast, at tá tilmeldingarfreistin var úti, høvdu 14 fólk teknað seg, herav 9 arkitektar, 2 verkfrøðingar og 3 byggifrøðingur. Og síðani var talan um ein byggifrøðing og ein verkfrøðing afturat. Íalt 16 fólk, sum tíverri er ov lítið til, at skeiðið kann hanga fíggjarliga saman. Pláss var annars fyri 24 fólkum á skeiðnum, og ætlanin var m.a. at arbeiða saman í bólkum uppá tvørs av fakøkjunum hjá arkitektum, verkfrøðingum og byggifrøðingum.

Innihaldið í ætlaða skeiðnum kann síggjast sum PDF-fílu við at trýsta her:
Kursuskoncept_arkitektur_energi_Faeroeerne_250112 V.pdf

TW 20120222

print



rating