Minimize

2015 Projektkapping um nýggja kirkju á Argjum

Kirkjuráðið á Argjum hevur útskrivað eina almenna projektkapping um nýggja kirkju á Argjum.

Endamálið við kappingini er at fáa fram uppskot til nýggja kirkju, tí verandi kirkja ikki er tíðarhóskandi.

Kirkjuráðið hevur útvegað sær eitt øki tætt við Sandá og Gamla Spinnaríið her.

Talan er um eitt spennandi, men eisini avbjóðandi øki. Soleiðis vera stór krøv sett til, at kirkjan fellir væl inn í økið og virðir Sandá og náttúruøkið her.

Kappingin er ein almenn kapping, har allir føroyingar kunnu luttaka.

Niðanfyri er kappingarskráin og myndir og onnur skjøl, sum kunnu downloadast í sambandi við kappingina. Legg til merkis, at skjølini einans mugu nýtast í sambandi við hesa kappingina, og at tey skulu strikast av teldum o.t. tá kappingin er liðug. Við at downloada tilfarið váttar tú, at tú vilt yvirhalda hesar treytir.

Her vera eisini løgd spurningar og svør í sambandi við kappinga, umframt møguligar dagføringar.

Við at senda eitt email til kapping@ark.fo, ber til at tilmelda seg og fáa fráboðanir, sohvørt nýtt tilfar er tøkt. Hetta er tó ikki eitt krav fyri at luttaka í kappingini.

(Dagført 11. mars 2015)

25. apríl 2015 Nytt tilfar lagt út: Broytingar í kappingini.

25. apríl 2015 Nýtt tilfar lagt út: Brúksrættindi til korttilfar - Stavivillur rættaðar.

(Dagført 25. apríl 2015)

2. juni 2015 Nýtt tilfar lagt út: Fráboðan frá kirkjuráðnum um at kappingin fyribils er steðgað.

(Dagført 2. juni 2015)

28. juni 2015 Nýtt tilfar lagt út: Fráboðan frá kirkjuráðnum um at kappingin er uppafturtikin.

(Dagført 28. juni 2015)

27. juli 2016 Nýtt tilfar lagt út: Fráboðan um at innlatingarfreistin er longd til 19. oktober 2015, og at freistin fyri at seta spurningar er longd til 17. august 2015.

(Dagført 27. juli 2015)

2. oktober 2015 Nýtt tilfar lagt út: Uppískoyti til kappingina og spurningar og svar, freistin fyri innlating er útsett til 2. november 2015.

(Dagført 2. oktober 2015)

Minimize

Fylgiskjøl og annað

 TitleSize Description
20151002-Argja_kirkja-Spurningar_og_svar.pdf80.68 KBDownloadUppskoyti til kappingina, spurningar og svar, innlatingarfreistin er útsett til 2. november 2015
20150727-Skriv-Kapping_Argja_kirkja-Utsetan_innlatingarfreist.pdf26.20 KBDownloadInnlatingarfreist útsett
20150628-Skriv-Kapping_Argja_kirkja-Uppafturtoeka.pdf42.42 KBDownloadKappingin er uppafturtikin
20150602-Frabodan-Kirkjurad_t_luttakarar-Kappingin_fyribils_stedgad.pdf50.50 KBDownloadSteðgur í kappingini
20150425-Skriv-Kapping_Argja_kirkja-Broytingar.pdf34.59 KBDownloadBroytingar í kappingini
2015-Argja_kirkja_kappingarskra-20150311.pdf4.58 MBDownloadKappingarskrá
Bruksraettindi-Raettad.png6.26 KBDownloadBrúksrættindi til korttilfar - Stavivillur rættaðar
Bruksraettindi.png5.50 KBDownloadBrúksrættindi til korttilfar
grunk_kurvar.dwg2.34 MBDownloadKurvar
matrikulkort.dwg75.25 KBDownloadMatrikulkort
myndakort.pdf7.61 MBDownloadMyndakort
Myndakort-Torshavn-2009-141-utsnit.jpg5.27 MBDownloadMyndakort
20150216-Argja_kirkja-Uppmating.dwg285.25 KBDownloadUppmáting
20150217-Argja_kirkja-Uppmating_20150216-Tekst.pdf107.70 KBDownloadTekst til uppmáting
Myndir_1.zip5.38 MBDownloadMyndir_1
Myndir_2.zip4.96 MBDownloadMyndir_2
Gamlar_myndir_ur_Sanda.zip897.25 KBDownloadGamlar myndir úr Sandá