Minimize

KAPPINGARREGLUR - Oktober 2002

INNGANGUR

A.F. veitir hjálp at fyrireika og útbjóða kappingar, sum hoyra til arbeiðsøkið hjá arkitektum.

Kappingarnevndin ansar eftir, um slíkar kappingar eru útskrivaðar við einari góðkendari ætlan, hvørs endamál er at finna fram til tey bestu uppskot til at loysa uppgávuna, og at dømingin fer rættvíst fram. Treytin fyri at limir í A.F. kunnu luttaka í eini slíkari kapping, er at kappingarnevndin hevur góðkent kappingartilfarið.

Heldur kappingarnevndin, at kappingin ikki lúkar krøv, sum neyðug eru at tryggja tey, sum luttaka ella at loysa uppgávuna forsvarliga, skal hon mæla nevndini í A.F. til, at kappingin verður stongd.

Um hetta hendur, kann ongin limur í A.F. luttaka.

Felagsnevndin setir kappingarnevnd til einstøku kappingarnar.

ÚTSKRIVING AV KAPPINGINI

§1. Kappingarhættir

Stk. 1.

Tað verður skilt ímillum tvey sløg av kappingum: Projektkappingar og hugskotkappingar.

Projektkappingar eru kappingar um ávísar uppgávur. Tær hava við sær, at arbeiðið við uppgávuni heldur fram, aftaná at kappingin er lokin, og er tað ein fyritreyt fyri slíkar kappingar, at tann sum vinnur 1. virðisløn, fær arbeiðið (sí §18).

Hugskotskappingar eru kappingar um evni, har uppgávan annaðhvørt ikki kann orðast beinleiðis, ella har tað ræður um at finna grundarlag fyri endaligari loysn av uppgávuni. Slíkar kappingar nýtast ikki at vera treytaðar av, at arbeiðast skal víðari við uppgávuni. Verður tað kortini so, kann tað bert blíva talan um hetta:

a) at uppgávan verður latin tí sum vinnur 1. virðisløn ella

b) at tann sum vinnur 1. virðisløn, verður knýttur at arbeiðinum sum ráðgevi í ein ávísan mun og fyri eina samsýning, sum verður ásett við tingingum millum kappingarútskrivaran og tann, sum hevur vunnið 1. virðisløn ella

c) at ein nýggj kapping verður útskrivað, háttað sum ein projektkapping (sí §18).

Stk. 2.

Sama hvat av hesum kappingarslagi verður valt, kann kappingin útskrivast sum ein almenn kapping ella innboðin kapping.

Tann almenna kappingin er kapping, sum øll kunnu luttaka í. Ein kapping er almenn, sjálvt um rætturin fyri luttøku er skerdur til bert at umfata ávísar starvsgreinir, t.d. limir í A.F., sivilverkfrøðingar, urtagarðsarkitektar v.m., ella hon verður avmarkað til eitt ávíst øki.

Innboðin kapping er bert fyri tey, sum verða biðin um at luttaka. Hesin kappingarháttur kann nýtast til uppgávur, har tann, sum útskrivar kappingina, leggur dentin á at fáa eitt avmarkað tal av førum luttakarum at koma við uppskotum. Ein fyritreyt er, at allir luttakararnir fáa eina ávísa samsýning fyri teirra uppskot. Ongin 1. virðisløn verður latin, men vinnarin skal fáa arbeiðið (sí §18).

Stk. 3.

Kappingar kunnu eisini verða útskrivaðar í stigum og sum ein samanseting av hugskotskappingum og projektkappingum. Tá ið slíkar kappingar verða framdar, kunnu tær verða virðismettar, møguliga við eini byggikostnaðarætlan ella við bindandi tilboð frá einum byggifelag. Nærri stevnumið fyri slíkar kappingar verða ásettar av kappingarnevndini.

§2. Rætturin at kunna luttaka

Stk. 1.

Rættin til at luttaka í almennum kappingum hava allir føroyingar, uttan so at skráin setur aðrar treytir.

Stk. 2.

Rætt at luttaka hava bæði føroyingar og útlendingar uttan mun til, um teir búgva aðrastaðni.

§3. Ikki luttøkuførir

Stk. 1.

Stongdir úti frá at luttaka í almennum ella innbodnum kappingum eru øll, sum hava verið við til at orða kappingarskránna.

Stk. 2.

Limir í kappingarnevndini kunnu ikki luttaka í kappingini.

§4. Samanseting av dómsnevnd

Til at døma tey innkomnu projektini verður ein dómsnevnd vald, hvørs limatal skal vera ólíka.

Dómararnir í A.F. skulu ikki vera minni enn tveir, og skulu vera í minsta lagi 1/3 av tí samlaða talinum. Dómararnir í A.F. verða valdir av kappingarnevndini.

§5. Tagnarskylda/dulnevni

Limirnir í dómsnevndini hava tagnarskyldu í teirra arbeiði, og teir skulu hyggja eftir, um dulnevni verður hildin. Tað er ikki loyvt at samráðast um kappingar millum dómararnar og teir einstøku kappingarluttakararnar, fyrr enn kappingin er liðug og vinnarin almannakunngjørdur.

§6. Kappingarskráin

Stk. 1.

Kappingarskráin verður gjørd ella góðtikin av kappingarnevndini, og skal hon eisini verða góðtikin av kappingarútskrivaranum og undirskrivað av øllum dómarunum.

Skráin skal, í tann mun tað letur seg gera, stilla luttakararnar frítt í valinum, hvussu uppgávan verður loyst, og tískil umfata minst møgulig óreingilig krøv.

Stk. 2.

Skráin verður býtt í tveir partar:

Partur A Upplýsingar.

Partur B Treytir.

Í parti A skal hetta vera upplýst:

a) Hvør ið útskrivar kappingina.

b) Hvør ið hevur rætt at luttaka í kappingini.

c) Kappingarháttur: projektkapping ella hugskotskapping.

d) Frágreiðing um uppgávuna.

e) Sjónarmið kappingarútskrivarans í sambandi við at loysa uppgávuna. Hetta má ikki útihýsa, at onnur sjónarmið kunnu leggjast til grund fyri uppgávuni.

Í partinum B skal hetta vera fast:

f) At kappingarreglurnar hjá A.F. eru galdandi, líkaleiðis skal tað vera viðmerkt, hvørji skjøl hoyra til skránna.

g) Hvat uppgávan fevnir um og frágreiðing.

Um ein fíggjarligur karmur vil hava týdning í dømingini, skal hetta vera klárt tilskilað í skránni. Ein útrokning av bruttovíddini kann vera kravd eftir nærri lýstum reglum.

Kostnaðarmetan kann ikki vera kravd, sí tó §1, stk. 3.

h) Mannagongdin tá upplýsingar skulu fáast tilvega.

Viðmerkjast skal, at allar áheitanir frá luttakarunum skulu vera til kappingarnevndina.

Um kappingarnevndin heldur, at ein spurningur hevur áhuga fyri hinar kappingarluttakararnar, skal aftursvarið kunngerast øllum luttakarum. Seinasta freist fyri spurningum skal vera ásett.

i) Reglur fyri, hvussu uppskotið skal merkjast og pakkast.

Mannagongdin, sum verður kravd til at tryggja dulnevni, skal gjølla frágreiðast.

k) Tíð og stað fyri at innflýggja uppskotið. Kappingartíðin kann í ávísum førum verða longd, um viðurskifti geva grund fyri tí, aftaná at kappingin er útskrivað.

Avgerðin hjá kappingarnevndini um hetta skal almannakunngerast, áðrenn freistin í skránni fyri at seta spurningar er úti.

l) Samansetingin av dómsnevndini og eisini møguligar serkønar ráðgevarar.

m) Tey ófrávíkiligu krøvini.

Krøvini um dulnevni hjá teimum, sum luttaka og freistin fyri innflýggjanin, eru altíð ófrávíkilig krøv. Onnur ófrávíkilig krøv skulu vera nágreiniliga lýst.

n) Stødd á virðisløn.

Tann samlaða upphæddin á virðislønunum og minstaupphæddin fyri 1.virðisløn og hinar virðislønirnar og fyri keyp skal vera viðmerkt. Støddin á samsýning, sum luttakararnir fáa við innbodnum kappingum skal somuleiðis vera viðmerkt í skránni.

o) Rættindi hjá kappingarútskrivaranum og kappingarluttakarunum.

p) Tey projektir, sum verða aftursend.

Tað skal viðmerkjast, um uppskotini verða aftursend, ella um tey skulu vera avheintað innan eina ávísa tíðarfreist.

METING Í KAPPINGINI

§7. Móttøkan av projektum

Frá tí, at projektini eru innlatin og skrásett, og til dømingin byrjar, mugu bert skrivarin í kappingarnevndini og hjálparar hava atgongd til projektini.

§8. Metingin

Stk. 1.

Dómsnevndin velur á tí fyrsta fundinum ein formann. Skrivari í kappingarnevndini er skrivari í dómsnevndini og luttekur ikki í dømingini. Í serføri kann kappingarnevndin tilnevna ein lim í dómsnevndini til at virka sum skrivari.

Stk 2.

Tá ið dømingin fer fram, mugu bert dómararnir og skrivarin vera hjástaddir, tó kunnu serkønir, sum verða álagdir tagnarskyldu, verða bidnir um at vera hjá.

Stk. 3.

Áðrenn metingin byrjar, skal skrivarin kunna dómsnevndina um møguligar fyrispurningar og aftursvar.

Stk. 4.

Dómsnevndin hevur bert avgerðarrætt, tá ið øll nevndin er hjástødd. Um ein av dómarunum fer frá vegna sjúku ella av aðrari orsøk, kann dómsnevndin bert taka avgerð, tá ið annar dómari er valdur.

Avgerðin hjá dómsnevndini verður tikin um neyðugt við atkvøðugreiðslu, har vanligur meiriluti ræður.

Stk 5.

Um ein dómari ikki tekur undir við fleirtalsavgerðini, kann hann greiða seratkvøðu. Eru teir dómarar, sum valdir eru av A.F., ikki samdir við hinar dómararnar um avgerðina, skulu teir greiða skrivliga frá síni støðu.

§9. Burturvísing av projektum

Dómsnevndin skal burturvísa uppskotum:

a) sum eru ov seint innflýggjað

b) sum ikki eru dulnevnd

c) og sum ikki lúka onnur ófrávíkilig krøv nevnd í skránni.

§10. Uppskot, sum víkja frá skránni

Uppskot, sum ikki eru víst burtur sambært §9, men sum á annan hátt víkja frá skránni, hvat frágreiðing ella innihaldi viðvíkja, kunnu bara fáa virðisløn ella keypast, um teir dómarar, sum eru útnevndir av A.F., eru samdir um hetta.

§11. Avgerðir í dómsnevndini

Dómsnevndin skal:

a) velja tey uppskot, sum eftir teirra metan geva ta bestu loysnina ella tann besta møguleikan fyri at loysa uppgávuna.

b) velja ímillum hesi uppskot, og verður tað uppskot valt, sum skal hava 1. virðisløn.

c) býta út hinar virðislønirnar.

d) velja tey uppskot, sum møguliga skulu keypast, sum umframt tey, ið hava fingið virðisløn, geva týdningarmiklan stuðul til loysn av uppgávuni (sí §12).

e) gera ein dómaraúrskurð, sum verður skrivað í gerðabókina.

f) gera eitt dómsálit, sum skal liggja til grund fyri úrskurðinum.

§12. Keyp

Dómsnevndin hevur rættin at keypa fyri ta hámarksupphædd, sum er tilskilað í skránni. Um ynski verða framsett at keypa meira, skal dómsnevndin hava játtilsi frá kappingarútskrivaranum, áðrenn navnabrøvini verða latin upp (sí §13).

§13. Upplating av navnabrøvunum

Stk. 1.

Úrskurðurin og álitið hjá dómsnevndini skulu fyriliggja undirskrivað, áðrenn navnabrøvini við teimum tillutaðu virðisløntu ella keyptu uppskotunum verða upplatin.

Stk 2.

Um tað vísir seg, at tað ímillum hesi uppskot hava verið persónar, sum ongan rætt høvdu til at luttaka í kappingini (sí §2 og §3), skal dómsnevndin, áðrenn hini navnabrøvini verða latin upp, syrgja fyri tí neyðugu dømingini.

ENDI Á KAPPINGINI

§14. Úrskurðurin almannakunngjørdur

So skjótt sum úrskurðurin hjá dómsnevndini verður almannakunngjørdur, skal kappingarnevndin taka stig til, at boð verða send vinnarunum og teimum, sum hava fingið keypt uppskot, líkaleiðis til bløðini. Úrslitið skal somuleiðis verða almannakunngjørt.

§15. Afturflýggjan av uppskotunum

Kappingarútskrivarin hevur rættin at goyma uppskot, sum hava fingið virðisløn, keypt ella - tá innboðin kapping hevur verið - eru samsýnt. Hini uppskotini skulu útflýggjast luttakarunum aftur.

Uppskot, sum ikki hava sendaraheiti, hevur kappingarútskrivarin onga ábyrgd av í meira enn 6 vikur aftaná, at dømingin er farin fram.

§16. Útgjalding av virðislønunum

Virðislønar- og keypskostnaður, og samsýning fyri luttøku í innbodnum kappingum skulu útgjaldast í seinasta lagi 14 dagar aftaná, at dómaraúrskurðurin er gjørdur.

§17. Framsýning av kappingaruppskotunum

Øll kappingaruppskot skulu, so skjótt tað er gjørligt, verða framsýnd alment. Úrskurðurin og álitið hjá dómsnevndini, skulu fyriliggja á framsýningini. Framsýningin skal vera opin í minsta lagi eitt fult vikuskifti.

§18. Avhending av uppgávuni

Stk. 1.

Í sambandi við avhending av uppgávuni, sum kappast hevur verið um, eru hesar reglur galdandi:

a) Í almennum projektkappingum verður uppgávan avhendað tí, sum hevur vunnið 1. virðisløn (sí §1). Um ávísar umstøður eru, soleiðis at kappingarútskrivarin ikki ynskir at lata arbeiðið upp í hendurnar á tí, sum hevur vunnið 1. virðisløn, verður eitt 50% ískoyti lagt afturat til tann, sum vunnið hevur 1. virðislønarupphæddina. Um kappingarútskrivarin ikki setur uppgávuna í verk, ella at steðgur kemur í meira enn 2 ár aftaná, at kappingin er at enda komin, skal tann, sum vunnið hevur 1. virðislønina, hava 50% eyka av 1. virðislønarupphæddini.

b) Tá ið talan er um innbodnar projektkappingar, fær tann luttakarin uppgávuna, sum hevur gjørt tað besta uppskotið (sí §1). Verður arbeiðið ikki sett í verk, verður avroknað við vinnaran soleiðis, at hesin fær fulla samsýning fyri arbeiði sítt.

c) Tá ið talan er um hugskotskappingar, sum verður fylgd av eini innbodnari kapping, skulu allir teir, sum hava fingið virðisløn, vera ímillum teirra, sum verða innbodnir.

Stk. 2

Virðislønarupphæddir, keypsupphæddir ella aðrar samsýningar í sambandi við kappingina eru virðislønarupphæddir og ikki ein partur av einum møguligum framtíðargjaldi.

VANLIGAR TREYTIR OG RÆTTARREGLUR

§19. Felagsligar reglur

Aftaná at ein kapping er lokin, má - burtursæð frá 1. virðislønarvinnaranum - ongin limur hjá A.F., hvørki biðin ella óbiðin, samráðast við kappingarútskrivaran um at taka upp á seg uppgávuna, sum kappast hevur verið um, uttan at kappingarnevndin skrivliga hevur váttað hesum:

a) at tað aftan á samráðingar millum kappingarútskrivaran, kappingarnevndina og 1. virðislønarvinnaran, er endaligt avgjørt, at hesin ikki skal gera arbeiðið.

b) at 1. virðislønarvinnarin hevur fingið hetta at vita skrivliga, og

c) at virðislønarupphæddin og 50% ískoyti verður útgoldið (sí §18).

§20. Upphavsrætturin til kappingaruppskot

Stk. 1.

Upphavsrætturin til eitt kappingaruppskot skal altíð vera eftir hjá tí, sum gjørt hevur uppskotið.

Ein 1. virðislønarvinnari, sum fær ta uppgávu í hendur, sum kappast hevur verið um, hevur tó rættin til at nýta hugskot frá hinum virðisløntu og keyptu uppskotunum. Tað sama er galdandi fyri vinnaran í innbodnum kappingum.

Stk 2.

Kappingarútskrivarin hevur rætt at framsýna uppskotini alment (sí §17) og at prenta tey í tíðarritum, frásøgnum o.s.fr.

§21. Útreiðslur í sambandi við kappingina

Allar útreiðslur í sambandi við eina kapping verða goldnar av kappingarútskrivaranum, undir hesum beinleiðis útreiðslur hjá kappingarnevndini og dómarunum, líkaleiðis útreiðslur tá ið úrslitini verða framsýnd (sí §17).

 

§22. Upphæddin á virðislønunum

Støddin á tí samlaðu virðislønarupphæddini skal vera hóskandi í mun til tað arbeiði og tær útreiðslur, sum loysnin av uppgávuni krevur, og tá hugsað verður um teir fyrimunir, sum kappingarútskrivarin fær av, at uppgávan verður lýst frá nógvum síðum við einari kapping.

1. virðislønin skal altíð vera helvtin av allari virðislønarupphæddini.

§23. Ómaksløn til A.F.

Fyri tað arbeiðið, sum A.F. hevur gjørt í sambandi við eina kapping, skal kappingarútskrivarin gjalda eina ómaksløn. Upphæddin er vanliga 35% av samlaðu virðislønar- og keypsupphæddini.

Helvtin av ómakslønini verður goldin, tá ið skráin er til gjørd, og hin helvtin verður goldin í seinasta lagið 3 vikur aftaná, at avgerðin er kunngjørd.

§24. Stríðspurningar

Stríðsspurningar í sambandi við eina kapping, eitt nú ímillum kappingarútskrivaran, kappingarnevndina og luttakarar, kunnu leggjast fyri gerðarrætt, har partarnir útmelda hvørt sítt umboð, meðan sorinskrivarin útmeldar ein, sum samstundis er uppmaður. Eisini kunnu mál verða løgd fyri vanligan rætt.

  

 

 

Kappingarbólkurin

Vald á ársaðalfundinum hjá Arkitektafelagnum 27. november 2009:

  • Albert Isfeld
  • Gunnar Hoydal
  • Selmar Nielsen