Ársaðalfundurin 28. september 2012 Skriva tann 1. Nov. 2012
Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund sín fríggjadagin tann 28. september í Kaffihúsinum í Havn.
Fundurin byrjaði við, at Rúni Abrahamsen frá MAP arkitektum greiddi frá um Kaffihúsið, sum teir høvdu teknað.
Formaðurin, Svend Sivertsen greiddi frá virkseminum í farna arbeiðsári.
Á aðalfundinum varð Svend Sivertsen afturvaldur sum formaður.
Hanna Eriksen varð vald í nevndina fyri 2 ár.
Magni Dalsgaard varð valdur í nevndina fyri 2 ár á ársaðalfundinum í 2011 og situr sostatt 1 ár afturat.
Bárður í Baianstovu varð valdur sum 1. tiltakslimur og Meduna Dalsgaard sum 2. tiltakslimur.
Sum grannskoðarar vóru valdir Albert Isfeld og Rúni Abrahamsen.
Sum umboð í LISA varð valdur Bárður í Baianstovu.
Í Kveiki varð Eyðun Eliasen valdur fyribils.
Í Kappingarbólkin vóru valdir Albert Isfeld, Selmar Nielsen og Magni Dalsgaard.
Í Eftirútbúgvingarbólkin vóru valdir Magni Dalsgaard og Hanna Eriksen.
Ole Jensen heldur áfram í nevndini í Akademikarafelagnum.
Return